Fyrsta flaggdagsrenningini var flaggdagin 25. apríl 1987. Til fyrstu renningina vóru 39 luttakarar.
Tað vóru teir 3 Niels Jákup Jakobsen, Tummas Hanus Dam og Sofus Johannesen, sum mannaðu nevndina í Bragdinum til endurstovnanina av felagnum seint í 1986.
Beinanveg varð farið undir at fyrireika ymisk tiltøk, og var flaggdagurin ein nátúrligur dagur til kapprenning, har nógv fólk vóru savnaði til sera hugnaliga flaggdagshaldið við horntónleiki og røðum á Vaglinum í miðbýnum í Havn.
Rutan hevur stórt sæð verið tann sama øll árini. Tó so, at fyrst í 90´unum varð gjørd ein roynd at renna runt í býnum, men var hetta bert tað eina árið, so var aftur farið undir ta upprunaligu rutuna, og er hon stórt sæð tann sama í dag, sum við byrjan. Teinurin tey fyrstu árini var 7.020 metrar. Nógvu síðstu árini hevur teinurin verið knappar 7 km, ella meir neyvt 6.850 metrar.
Flaggdagsrenningin er veruliga blivin ein kapping og fólkslig renning, har luttakarafjøldin er nógv vaksin tey seinnu árini.
71 virkir og stovnar, 47 kvinnu- og 24 mannfólkalið, vóru við í endaligu uppgerðini av tilsamans 105 tilmeldaðum liðum til flaggdagsrenningina í 2008, tá heili 600 luttakarar vóru við. Virkiskappingin á flaggdegnum hevur vundið nógv uppá seg og 2008 var eitt metár fyri luttøku.
Eingin liðkapping er longur, tí undirtøkan seinastu árini er minkað og tí at vit hava eina liðkapping í august, Faroe Express Stafettin.
Flaggdagsrenningin er nú í samstarvi við Sclerosufelagið og vit hava samstarvað í nøkur ár og tað riggar stak væl. Endamálið er at fáa fleiri fólk við og tí er heilsurenningin komin aftrat vanlig kappingini. Og enn, sum áður, renna børnini ein styttri tein. Tey plaga at møta væl upp. Tey vaksnu kappingarsinnaðu renna um 7 km, børnini renna 500 og 1000 m, og heilsurennarar velja um tey renna ella ganga 3,5 km ella 7 km.
Sclerosufelagið hevur bás á økinum, sum verður væl vitjaður og tað skapar lív í niðri á Kongabrúnni.
Eitt er víst, og tað er at fleiri og fleiri síggjast rennandi og so vóna vit at fleiri leggjast aftrat flaggdagsrenningini, okkara elstu rennikapping.
Vælkomin til Flaggdagsrenningina 2026.
Bragdið
