Kapping

Tórshavn Marathon

Dagur
07 June 2026
Tíð
13:00
Stað
Tórshavn

Tórshavn Marathon hevur alt!

Renn í livandi høvuðsstaðnum, fram við sjónum, niðan brekkur, sum krevja nógv av tær, oman brekkur, so tú fært eina kenslu av at flúgva. Renn í hugnaliga bygdalagnum, og verð eitt við friðsæla, bergtakandi náttúru.

Á málinum standa fryntlig fólk og taka í móti tær, bjóða tær ein svalandi drykk ella okkurt at eta.

Túrurin byrjar í Vágsbotni í Havn, yvir við Strond og runt um býin. Tit renna niðan í Hoyvík, fram við Hvítanesi. Rennur tú hálvt marathon rennur tú ímóti Sundi og vendur. Rennur tú heilt marathon rennur tú inn í Kaldbaksbotn, og heldur haðani fram til Kaldbaks, har tit venda heimaftur. Á heimvegnum fara tit sama veg og enda aftur í Vágsbotni.

Á túrinum upplivir tú brekkur og slætt lendi. Vøkru náttúruna, góða útsýnið og góða stemningin í hugnaliga høvuðstaðnum.

Túrurin er asfalt allan vegin. Rutan er máld í samstarvi við DAF – Dansk Ateletik Forbund.

Rutan til 1/1 og 1/2 marathon er AIMS góðkend.