tíðindi

Juliann vann flaggdagsrenningina
Í allarfagrasta várveðri, runnu vit flaggdagsrenninga fyri 39.ferð.

Rennitølini til flaggdagsrenningina
Flaggdagin frá kl. 10.00-11.30 skulu rennitølini heintast. Í ár eru tey á Býarbókasavninum so beinasom, at lova okkum inn har. Býarbókasavnið er í gongugøtuni.

Flaggdagsrenningin 2026
Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 38. í røðini.

Aðalfundurin
Ársaðalfundurin varð hildin mikukvøldið 4.mars í felagshølunum við Tórsbreyt.
Fleiri limir møttu, sjálvt um annað stórt tiltak var í høllini við Tjarnir

Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður mikukvøldið 4. mars kl. 19.00 Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra. Formaðurin sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til aðalfundin

Hálvt marathon í Barcelona
Eitt ferðalag við 5 skjótum monnum úr Bragdinum, eru hetta vikuskiftið í Barcelona. Teir skulu renna ½ marathon sunnumorgunin kl 8.30 lokala tíð. Rennararnir eru Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð, sum báðir eru fluttir t

Faroe Express Stafettin 2026
Aftur í ár og í samstarvi við Faroe Express, eru vit klár til Føroya størstu, og einastu, stafettrenning: Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú her á síðuni, undir kappingum. Vælkenda og sera væ

Vit skipa fyri MBM VK4 í Kollafirði
Vælkomin til MBM VK4 leygarmorgunin 17.januar kl. 11.00 Nýtt ár og vetrarkappingin fer í gongd aftur. Vit er komin til fjórða umfar og hesa ferð skipa vit fyri. Vit renna í Kollafirði og øll kunnu renna við. Rutan er ham

Bragdið á jólum
Jólini eru aftur her og eisini tá eru rennibeinini í gongd. Sum siður er, renna vit felagsrenningar, bæði jólaaftansmorgun og 2.jólamorgun. Hvirlan skipar fyri kirkjurenningini jólaaftansmorgun kl. 9.00. Møtt verður á Tó

Gott nýggjár
Vit ynskja øllum okkara limum, okkara stuðlum og rennivinum runt umkring, við familju, eitt gott nýggjár, við tøkk fyri tað farna. Takk fyri allar løturnar í farna árið og takk fyri allan stuðul til okkara kappingar. Ein

Stuðul latin Sclerosufelagnum
Aftur í dag handaðu vit stuðul – hesa ferð til Sclerosufelagið “Hugnalig móttøka var í felagshúsinum í dag, tá Bragdið handaði Sclerosufelagnum stuðulin frá flaggdagsrenningini 2025. Á flaggdegnum ber til at renna og g

Stuðulin latin frá Tórshavn Marathon
Seinnapartin mánadagin, 3.november, var ein hugnalig løta í okkara felagshúsið: “Í dag hava vit handað hesum feløgum stuðul: Alzheimerfelagnum Heilafelagnum Parkinsonfelagnum Stuðulin er frá Tórshavn Marathon, sum var

Persónlig og føroyskt met í Valencia
Í dag, sunnudag 26.10.25, runnu tveir av okkara skjótu, ungu monnum hálvt marathon í Valencia. Tað vóru teir báðir, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð, sum báðir luttóku á Oyggjaleikunum í summar. Har vunnu teir gull fyri

Torbjørn og Maria vunnu sína fyrstu vetrarkapping
So er vetrarkappingin farin í gongd og fyrsta umfar varð runnið á Sandi, har vit í Bragdinum skipaðu fyri, saman við nýstovnaða rennifelagnum á Sandoynni, Tindar. Í ár er vetrarkappingin blandað av nýggjum, soleiðis at r

NÝTT! Frælsur ítróttur børn og ung 9-14 ár
Frælsur ítróttur fyri børn og ung (9–14 ár) Í vetur bjóða vit børnum og ungum í aldrinum 9 til uml. 14 ár at byrja til frælsan ítrótt á einum byrjunarliði. Byrjað verður mikudagin 17. September. Liðið er væl egnað til te

MBM VK1 á Sandi
Leygardagin 25. oktober byrjar MBM vetrarkappingin og byrjað verður á Sandi. Bragdið og nýggja rennifelagið á Sandoynni, Tindar, skipa fyri. Talan er bæði um siðbundnu vetrarkappingina við 8 umførum, sum byrjar nú og end

Væleydnað Faroe Express Stafett 2025
Leygardagin 30. august var økið við Faroe Express fult av spentum fólkum. Øll skuldu luttaka í Faroe Express Stafettini 2025, FES. Metstór luttøka hesa ferð, heili 686 lið við trimum luttakarnum á hvørjum liði, antin ren

DMU og gull til Jónas
Hetta vikuskiftið hevur DMU verið í Tårnby. Bragdið hevði tveir luttakarar við og tey bæði runnu 200 m og bæði runnu í dag, sunnudag. Tað vóru tey bæði Jónas G. Isaksen og Sofía Højgaard umboðandi Bragdið og við teimum v

Smábarnavenjingin byrjar aftur
Nú fara vit í gongd aftur, aftaná ein stuttan summarsteðg. Vit byrja mikudagin 20.august kl. 16.00 og aldursbólkurin er frá 5-9 ár, umleið. Tvs at pláss er fyri yngri børnum, um so er. Vælkomin á Tórsbreyt mikudagar kl.

Havnardalur Backyard Ultra 2025
Ársins Backyard vinnari rann 25 umfør á 6,7 km, tilsamans 167,5 km! Danin, Lars Vædeled Roed var drúgvastur og sum reglarnar eru, skuldi hann renna seinasta umfar einsamallur, tí Niels Poulsen úr Bragdinum gavst aftaná 2

Vælkomin til ólavsøkurenningina 2025
Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár. Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum h

Julian og Rutt vunnu ólavsøkurenningina
Tað vóru systkini úr Klaksvík, Julian og Rutt Gregersen, sum fóru við sigrinum í dag, tá ólavsøkurenningin var á Skálatrøð. Bæði hava runnið á oyggjaleikunum og eru tí væl fyri. Julian og Jacob Ejby Stengaard kappaðust a

Oyggjaleikirnir 2025 eru av
Oyggjaleikirnir eru av og um midnáttarleitið leygarkvøldið, kom ferðalagið aftur av Orknoyggjunum. Ein drúgv ferð, sum byrjaði í Kirkwall umleið klokkan hálvgum átta leygarmorgunin og endaði á flogvøllinum í Vágunum, har

Oyggjaleikir 2025
Oyggjaleikirnir eru settir í gongd og í dag, sunnudag, var fyrsti kappingardagur á leikunum. Sólin hevur higartil bakað og í dag var einki undantak. Megin partin av degnum hava føroysku fjeppararnum við áhuga fyri frælsu

Jacob tók Bragdið Top Run metið!
Tað var í dag tað hendi. Í fagra summarveðrinum, sum var so vælegnað til ein góðan rennitúr niðan á Sornfelli. Tað var klárt í veðrinum og tað var bara vakurleiki so langt eyga rakk. Jacob tók metið, sum hevur staðið síð

Á veg til Oyggjaleikirnar 2025
Leygardagin 12.juli byrja oyggjaleikirnir 2025, sum hesa ferð ganga fyri seg á Orknoyggjunum. Í hópinum eru 16 íðkarar og 4 leiðarar, har av eiga vit helvtina av íðkararnum. Næstan øll hava luttikið á oyggjaleikum fyrr,

Tunnilsrenning í Havn sunnudagin
Vit eru øll boðin við til fólksliga tiltakið, tá Húsareynstunnilin og Havnarvegurin lata upp. Sunnudagin 6.juli kunnu øll, sum hava hug, koma at ganga, renna, súkkla og trilla gjøgnum tunnilin. Lítið hátíðarhald er áðren

Rógvi vann Tórshavn Marathon
Sunnudagin 1 juni var Tórshavn Marathon 2025 runnið og lat okkum siga, sum er! Ársins renniveitsla eydnaðist væl, sjálvt um veðurgudarnir vildu nakað annað. Luttøkutalið við 5 og 10 km, ½ marathon- gongu ½ marathon- og m

Vælkomin til Bragdið Top Run 2025
Vælkomin til Bragdið Top Run 2025 Bragdið skipar fyri 21. TOP RUN sunnudagin 6. juli kl. 17:30. Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øl

Mads Andreas rennur marathon nr 50!
69 ára gamli Mads Andreas Simonsen hevur runnið fleiri maraton enn tey flestu. 1. juni rennur hann maraton nummar 50. Renningin gevur vælveru og orku, sigur hann Tá ið Tórshavn Marathon sunnudagin 1. juni verður skotið í

Kvinnurenningin 2025
Leygardagurin 24.mai var ein góður dagur. Sirm og mjørki, aftaná at sólin hevði bakað um landið alt, fleiri dagar á rað. Men tíbetur gjørdi tað ikki mun fyri ársins Kvinnurenning, tí upp móti 1000 kvinnur møttu á Tórsbre

Kvinnurenningin 2025
Leygardagin er ársins kvinnurenning, dagurin, tá kvinnur úr ymsum ættum hittast á Tórsbreyt, hita upp og renna ella ganga 5 ella 3 km og enda niðri í Hoydølum. Ein føgur ruta í umhvørvinum við Svartafoss, Skógrøktina, Ho

Fýra skjótir marathonrennarar
Sunnumorgunin 11.mai kl. 9.30 danska tíð, hoyrdist startskotið og marathon í Keypmannahavn fór í gongd. Bragdið hevði fleiri luttakarar við, sum vant, mugu vit siga, tí tað eru altíð fleiri, sum luttaka. Skjótt at ferðas

Hjálparfólk til Tórshavn Marathon 1.juni
Eitt av okkara stóru tiltøkum, Tórshavn Marathon, verður sunnudagin 1.juni. Hetta er eitt av teimum tiltøkunum, sum krevur nógva og drúgva fyrireiking og vit hava síðani seinasta marathon, fyrireika ársins marathon. Og v

Margit sett føroyskt met!
Hetta vikuskiftið vóru okkara íðkarar í Tårnby, har kapping var. Eins og tey nógvu undanfarnu árini, var ein hópur úr Bragdinum við. Margit, sum er í Danmark í lestrarørindum, luttók eisini og hon setti føroyskt met á 30

Flaggdagsrenningin 2025 úrslit
Veðurlíkindi vóru góð, tá árliga flaggdagsrenningin var sett í gongd. Kalt og eitt lot yviri við Strond og stilli á Kongabrúnni. Vit samstarva við Sclerosufelagið um flaggdagsrenningina, vit skipa renningina og tey hava

Jacob knústi gamla rutumetið
Leygardagin var FM í ½ marathon í Klaksvík, NS ½ marathon. Hetta er eisini ein partur av teimum 5 hálvu marathon, sum útloysir eina medalju, um øll verða gjøgnumførd. Úr Bragdinum luttók ein fittur hópur, sum vanligt. Ve

Jacob og Karoline vunnu VK8 og rutumet sett!
Seinasta umfar av vetrarkappingini 2024/25, Raska VK8, var runnið í Runavík, leygarmorgunin 22. mars. Tað luttóku 55 rennarar og har av vóru 31 úr Bragdinum. Og aftur hesa ferð vunnu sterku, donsku rennararnir, Jacob og

Flaggdagsrenningin 2025
Okkara elsta rennikapping, flaggdagsrenningin, verður aftur í ár í samstarvi við Sclerosufelagið. Tíðindaskrivið er her: Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning! Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, s

Aðalfundurin
Aðalfundur felagsins verður mikukvøldið 26.februar kl. 19.00 Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra. Formaðurin sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til aðalfun

Rógvi sett persónligt met
Í Barcelona var ½ marathon kapping í dag og nýtt heimsmet varð sett. Vit høvdu eisini ein luttakara við og tað var ein av okkara bestu langteinarennarum, Rógvi Kárason. Hann setti eisini met – persónligt met – og kom á m

Hendingaríkt vikuskiftið
Hetta vikuskiftið hava fleiri av okkara langteinarennarum luttikið í kapping í Danmark. Tað byrjaði í Silkeborg fríggjakvøldið, tá Peter Jensen rann við í Backyard-kapping. Peter royndi hetta slagið av renning fyri fyrst

Raska VK5 á Sandi-Jacob og Karoline vunnu
Fimta umfar í vetrarkappingini og vit áttu tørn at skipa fyri. Vanliga hevur tað umfarið verið í Hoydølum og samstundis verið FM í lendisrenning, men vit valdu í ár, við loyvi frá FÍF, at flyta til Sands. Ættin var sunna

VK5 á Sandi
Vetrarkappingin er í gongd og vit eru komin til fimta umfar. Hesa ferð eru vit fyriskiparar og vit hava valt at renna á Sandi. Vanliga var fimta umfarið runnið í Hoydølum, FM í lendisrenning, men vit hava valt at broyta

Rógvi eitt flott annaðpláss í Odense
Á nýggjárinum rann okkara sterki og skjóti rennari, Rógvi Kárason, við í einari 10 km kapping í Odense. Við vóru um 500 rennarar og Rógvi gjørdi ikki mætari enn at koma á mál, sum nummar tvey, við tíðini 32.27. Framman f

Jacob og Karoline vunnu VK3
VK3 er seinastu árini runnið í Kollafirði og soleiðis var eisini í ár. Rutan er so at siga sløtt og góður møguleiki fyri at seta ferðina upp. Og tað var í ár at rutumet varð sett, tí fyrsti rennarin kom á mál við tíðini

Bragdaungdómur í Íslandi
Hetta vikuskiftið er kapping í frælsum ítrótti í Íslandi, Stórmót. Bragdið hevur luttikið fleiri ferðir og er hetta ein av teimum føstu kappingunum, tann yngri parturin í felagnum plagar at hava á vetrarskránni. Kappinga

Stuðulin frá TM latin í dag
Til eina hugnaliga løtu í Bragdahúsinum í dag, handaðu vit loksins stuðulin frá Tórshavn Marathon 2024. Tað er soleiðis, at tá meldað verður til gongu ½ marathon, fara 100 kr av hvørjari tilmelding til feløgini, vit hava

Rógvi Kárason í stórformi!
Fyrrapartin í dag var HCA marathon skotið í gongd og tað gekk fyri seg í føðibýnum hjá mæta, danska skaldinum, H.C. Andersen, Odense. Og har av kemur navnið á marathonkappingini, um onkur ivast 🙂 Marathonrutan verður søg

Hallur Holm gjørdi tað aftur
Hallur setir sær høg mál! Og ofta eru tey long og vara leingi. Hesa ferð hevur hann runnið til HM í “Backyard Ultra” við danska landsliðnum og ikki kann sigast annað enn at tað gekk ordiliga væl. Hallur betraði um føroys

Bragdahópur við til DMU
Vikuskifti 7.-8. september var eitt ferðalag úr Bragdinum og luttók í DMU. Seks Bragdaungdómur vóru í ferðalagnum og so kom Tummas, sum lesur í Keypmannahavn, aftrat hópinum. Leygardagurin, fyrri dagurin: Óðin Glerfoss r

Úrmælingarnir Jónas og Eiri
Í vikuni var heimsmeistarskap í frælsum ítrótti í U20 hildið í Lima í Peru. Bragdið var umboðað, tó ikki í okkara bláa felagsliti. Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vóru við danska landsliðnum, tí tað ikki ber til at

Jan the man!
Jan Eysturtún Niclasen er ein av teimum nýggjaru vaksnu limunum í Bragdinum. Hann er nógv úti í verðini, er skipari og siglir við Mærsk, men tá hann er heima, rennir hann við Bragdinum. Serliga sunnumorgnar. Jan spældi n

FM børn og ung
Vikuskiftið 30./31.august og 1.september var kappast um føroyameistaraheitið í frælsum ítrótti á breyt. Hesa ferð vóru tað børn og ung, sum kappaðust. Nógvir startir, spent børn og góðir og stuðlandi áskoðarar. Persónlig

Faroe Express Stafettin ein sólskinsøga
Metluttøka – 488 lið og tilsamans 1464 luttakarar! Og vit eru ovurfegin, tí Faroe Express Stafettin eydnaðist so sera væl. Tilmeldingin lat upp í vár og tá freistin var farin, var aftur metluttøka. Gongufólk og rennarar,

Stuðulin latin Sclerosufelagnum
Í dag var lítil hátíðarløta í Bragdahúsinum, tá stuðulin frá flaggdagsrenningini var handaður Sclerosufelagnum. Flaggdagsrenningin er elsta kappingin hjá Bragdinum og endamálið er at fáa fólk at røra seg. Í 2019 fóru Bra

Ovastevnurenningin – úrslit
Kl. 11.01 fór fyrsta starskotið til ársins ovastevnurenning. Renningin hevur verið ein partur av stevnuni í fleiri ár og í byrjanini var runnið niðan á Oyggjamúla. Hetta bleiv broytt fyri nøkrum árum síðani og nú verður

Torbjørn er Backyard Ultra vinnari
Backyard Ultra Faroe Islands var í gjár, annað árið á rað. Við vóru 53 luttakarar, 13 fleiri enn í fjør. Í allarfagrasta summarveðrið ljóðaðu bjøllurnar, sum setti renningina í gongd. Renningin byrjaði kl. 9.00 og rutan

Ovastevnurenning 2024
At renna úti í Nólsoy er ikki nýtt, men fyri nøkrum árum síðani, tóku vit í Bragdinum ábyrgdina av kappingini. Í ár er rennikappingin leygardagin 17.august kl. 11.00. Hetta er ein sera hugnalig og áskoðaravinarlig kappin

Havnardalur Backyard Ultra 2024
Leygarmorgunin kl. 9.00 ljóðar startfloytan úti í Havnardali, tá Havnardalur Backyard Ultra fer í gongd. Fyrstu ferð kappingin var í Føroyum, var í fjør, og hon eydnaðist so mikið væl, at skjótt var gjørt av at royna aft

Ólavsøkurenningin – úrslitini
Til ólavsøkurenningina vóru 305 tilmeldingar. Av teimum vóru 194 børn og 111 vaksin. Hetta eru eini 40-50 fleiri enn seinasta ár og tað fegnast vit um. Dagurin var nokk so vátur, tað regnaði frá tíðliga á morgni og útlit

Ólavsøkurenningin 2024
Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og í ár er 27.juli ein leygardag og tá liggur væl fyri at renna við hjá teimum flestu! Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og i

Ólavsøkurenningin! Heinta startnummur
Vit byrja ólavsøkuna á Skálatrøð ella í hvussu er renna vit ólavsøkuna í gongd 27.juli kl. 18.00. Tilmeldingin er afturlatin og startnummur skulu heintast í Fabrikkini, niðri í Rættará (Sigmundargøtu) Vit plaga at býta s

Rógvi Kárason vann Bragdið Top Run 2024
Bragdið Top Run var runnið í dag. Rennilíkindini vóru góð, ikki nógvur vindur og bara nakrir dropar. Gott útsýnið allan vegin, men á seinasta partinum av túrinum, var mjørki. So alt var sum tað átti 🙂 Øll tey luttakandi

Raska stórkapping endabresturin
Seinasta stórkapping, Raska stórkapping, var á Tórsbreyt í dag. Hetta var triðja kappingin og aðru ferð hon var á Tórsbreyt. Fyrstu kappingina skipaðu Bragdið fyri, næstu Treysti á Guttabreyt og í dag var tað Hvirlan, su

Bragdið Top Run 2024
Sunnudagin skipa vit aftur fyri okkara serstøku kapping og sum er einasta av sínum slagi. Vit renna úr Kollafjarðardali niðan á Sornfelli. Talan er bert um eina brekku frá byrjan til enda, tilsamans 9,8 km. Vit hava sett

Bragdið við til Hvidovre Open
Hetta vikuskiftið hevur Bragdið verið við til Hvidovre Open. Tey hava sum heild klárað seg væl. Gott er eisini at tey sleppa at kappast móti øðrum, sum tey ikki eru von at kappast ímóti. Túrurin hevur verið góður og tey

Tórshavn Marathon 2024
Sunnudagurin 9. juni var ein góður dagur. Tá var Tórshavn Marathon, føroya einasta og vakrasta marathon! Og vit eru so glað og nøgd, dagin eftir, tí alt eydnaðist so væl. Tilmeldingin lat upp í december, eitt sindur sein

Bragdið í Edingburgh
Um vikuskiftið, var ein Bragdahópur av vaksnum rennarum í Edingburgh, í samband við at tað var Edingburgh Marathon Festival 2024. Ferðin kom í lag tá nøkur í felagnum luttóku á ½ og 1/1 marathon í 2023 og upplivingin var

Kvinnurenningin 2024
Kvinnurenningin 2024 var aftur eitt sera gott tiltak og takk tit allar, sum luttóku. Pulsurin var høgur fríggjadagin, tá vit fingu at vita, at alt mátti broytast, tí verkfallið ávirkaði. Vit hava gott samstarv við Tórsha

Hjálparfólk til Tórshavn Marathon 2024
Tíðin styttist til Tórshavn Marathon, ársins renniveitslu og Føroya einasta marathon, sum verður sunnudagin 9.juni kl. 13.00. Hetta er eitt umfatandi tiltak og krevur nógv av okkara felagið. Men uttan alla sjálvbodnu hjá

Smábarnavenjing í Bragdinum
Leingi hava vit tosað um tað og nú verður tað! Smábarnavenjingin í Bragdinum. Og vit byrja mikudagin 15. mai kl. 16.00 Hetta er ikki nakað nýtt hjá okkum, tí vit hava havt Boga Lenvig, sum hevur tikið sær av smábarnavenj

Ársins sjálvbodni 2023-heiður frá Sclerosufelagnum
Vit blivu rættiliga tikin av bóli í dag, tá seinasta heiðursmerkjahandanin var av. Sclerosufelagið vildi hava alla nevndina samlaða, tí tey høvdu okkurt at siga okkum! Og tað kann ikki sigast annað enn at vit fýra, sum v

Rógvi og Marita føroyameistarar á ½ marathon
Leygardagurin var ein góður dagur upp á fleiri mátar. Serliga var veðrið gott, tá FM í ½ marathon var sett í gongd, NS ½ marathon í Klaksvík. Og so fóru vit heim aftur við føroysku meistararnum 🙂 Og lítið vistu vit, at h

Rógvi kom flúgvandi á mál
Í fagrasta várveðrinum í dag, vann Rógvi Kárason flaggdagsrenningina. Hann rann teinin í 23.02 min. Sigurin var ongantíð í vanda og hann lá á odda allan teinin. 20 sekund seinni kom Oliver Granhøj á mál og so var spennin

Heinta startnummur til flaggdagsrenningina
Í dag er flaggdagsrenningin, sum byrjar á Kongabrúnni kl. 16.00. Sclerosufelagið og Bragdið skipa fyri. Startnummur skulu heintast í snarskivuni á Vaglinum frá kl. 13.00 til 15.00 Tilmeldingin er latin aftur, tó kunnu he

Flaggdagsrenningin 2024, saman við Sclerosufelagnum
Ljósari tíðir, vár og Flaggdagsrenning! Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 37. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja gan

Rógvi og Ann-Mari føroyameistarar
Leygarmorgunin var seinasta umfar av vetrarkappingini, VK8, og sum vanligt var runnið í Runavík. Hesa ferð var rutan broytt og runnið var eftir Fjøruvegnum, nýggja stásiiga vegnum í Runavík. Rennast skuldi 4 umfør eftir

Aðalfundur felagsins
Aðalfundur felagsins verður mikukvøldið 13.mars kl. 19.00 Fundarskráin á aðalfundinum er hendan: Val av fundarstjóra. Formaðurin sigur frá farna ári. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til aðalfundin

Eiri og Margit til DM innandura
Hetta vikuskiftið hevur verið DM innandura fyri seniorar og kappingin var í Odense. Úr Bragdinum luttóku tvey, Eiri J. Glerfoss og Margit W. Frímundsdóttir. Margit gongur í skúla í Ålborg. Eiri rann 60 og 200 m. Á 60 m r

Jónas er ársins stjørnuskot
Til ársins ítróttarfagnað var Jónas G. Isaksen í uppskoti um at gerast ársins stjørnuskot 2023! Og hann vann heiðurin. Hjartaliga til lukku góði Jónas. Aftan fyri heiðurin eru nógvir venjingartímar, saman við frálíku ven

Faroe Express Stafettin 2024
Kom við á Føroya størstu og einastu stafett renning! Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú á: https://my.raceresult.com/276793/ Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini

Kunning – VK5
Leygarmorgunin kl 11 ljóðar startskotið til VK5 og FM í lendisrenning. Veðrið ræður sær og vánirnar eru hesari árstíðini so líkt, men vit taka eisini tað við. Rutan er gjørd klár og vónandi fáa vit eina góða kapping og g

Oliver og Annika føroyameistarar í lendisrenning 2024
Fimta kappingin í vetrarkappingini er eisini kappingin um at gerast føroyameistari í lendisrenning. Tilmeldaði vóru 37 luttakarar og øll komu á mál. Oliver Granhøj úr Bragdinum vann og Annika Thomsen vann hjá kvinnunum.

Raska VK5 og FM í lendisrenning
Komandi leygarmorgun verður Hoydalar karmur um eina eitt sindur øðrvísi rennikapping. Hetta er fimta vetrarkapping og samstundis er tað eisini FM í lendisrenning. Øll kunnu renna við, tó eru tað bert limir í einum av ren

Føroyskt innandura met í Íslandi
Hetta vikuskiftið er ein hópur úr Bragdinum í Íslandi, har tey eru við í kappingini Stórmót ÍR. Hetta er størsta innandura kappingin í Íslandi og vit hava luttikið har í fleiri ár. Við í hópinum eru yngri parturin í fela

Tórshavn Marathon 2024
Føroya einasta og vakrasta marathon er aftur í ár, sunnudagin tann 9.juni kl. 13.00. Tilmeldingin er latin upp, eitt sindur seinni, enn ætlað, men tað hava verið tekniskir trupuleikar, sum nú eru loystir. Tórshavn Marath

Gott nýggjár
Eitt hendingaríkt ár er farið og vit eru klár til nýggjar avbjóðingar í 2024. Vit ynskja øllum okkara limum, við familju, og annars øllum øðrum, eitt gott nýggjár og takk fyri farna árið. Takk fyri samstarv og nógv góð m

So runnu vit gjøgnum tunnilin!
Tað var ein góður dagur, hósdagurin tann 21. december, tá Sandoyartunnilin lat upp. Dagurin, tá vit saman við næstan 2000 fólkum kundu renna ella ganga av Gomlurætt til Sands. Tað skuldi fyrireikast væl. Vit settu okkum

Kunning um tunnilsrenningina
Her er kunning um tunnilsrenningina. Vit mugu øll seta okkum dagin av og njóta løtuna í Sandoynni. Um vit øll hava tol, so skal hetta nokk gerast ein góður dagur og øll sleppa heim aftur, fyrr ella seinni 🙂 B71 ger sítt

Rógvi og Lydia vunnu VK3
Triðja umfar í Raska vetrarkappingini var runnið í Kollafirði í dag. Luttakartalið fór beint upp um 40 og øll komu á mál. Rutan er ein av teimum sløttu rutunum og tí er hon vælegnað at royna at renna eina góða tíð. Í dag

Tunnilsrenningin byrjar kl. 11!
Kunning um tunnilsrenningina! Tunnilsrenningin, sum verður hósdagin 21.12. byrjar kl. 11.00. Tíðin er broytt, so øll hava møguleika at koma á mál í góðari tíð. Ikki øll ganga ella renna líka skjótt og fyri at upplivingin

Vælkomin til VK3 í Kollafirði
Steðgið á eina løtu og komið við leygardagin 9.december. Gloymið jólastákanina og jólagávur, og stressið av eina løtu, tí vit skipa fyri okkara fyrstu vetrarkapping í vetur, Betri VK3. Og aftur hesa ferð renna vit í Koll

Ólavsøkurenningin – úrslit og vinnaramyndir
Vit kundu næstan ikki ynskt okkum betri umstøður í dag, tá siðbundna ólavsøkurenningin var runnin niðri á Skálatrøð. Nógvar luttakarar og serliga nógv børn, gott veður, nógvar áskoðarar og gott lag. Hesa ferð royndu vit

Smábarnavenjingin byrjar aftur!
Aftaná ein steðg í desember, er gott at koma í gongd aftur og nú byrjar venjingin hjá Boga aftur. Fyrsti venjingardagur er hósdagin 5.januar kl. 16.30 og øll eru vælkomin við 🙂

Hallur er heimsmeistari
Í samband við at Hallur Holm, sum rann við danska landsliðnum saman við teimum bestu í 24 tíma renning, skipaðu vit fyri einari hugnaligari heiðursløtu í Bragdahúsinum. Hallur var úttikin, sum ein av fýra, so ikki kann s




