
Men tað var ikki veðrið, sum gjørdi munin, tí tað var bæði vindur og regn, tá tiltakið fór í gongd.
Stutt upphiting var á Tórsbreyt og so fór hópurin avstað, væl ílatin til veðrið. Bæði smá og stór møttu, børn í vogni saman við foreldrum, ommur og abbar, børn sum kláraðu at renna sjálvi og onnur, sum vildu stuðla Krabbemeinsfelagnum. Øll fingu ein góðan túr og ein deiligan karm og tí var gott at koma inn í Bragdarhúsið at fáa sær ein heitan drekkamunn við sjokolátu frá Damfar afturvið.
Allur peningurin, sum er komin inn til renningina, saman við tí, sum kom í bússuna í dag, fer óskert til Krabbameinsfelagið.
Vit eru takksom fyri stuðulin og at tit møttu so fjølment, hóast veðrið ikki spældi við.
Takk fyri hjálpina Herluf og Pauli.
Myndirnar eru í myndasavninum her á síðuni:
https://trttarfelagibragdi.smugmug.com/Renn-og-gakk-fyri-krabba/n-8ZLJW8