Tórsbreyt liðugt umvæld

04 Sep 26

Ein hugnalig løta var á Tórsbreyt í dag, tá Tórshavnar Kommuna skipaði fyri almennum tiltaki, í sambandi við at verkætlanin útskifting og víðkan av Tórsbreyt er liðug.

Elsa Berg, borgarstjóri, Rúni Abrahamsen, arkitektur og Gunnvá Wardum, úrvalssamskipari og fyrrverandi forkvinna í FíF, hildu røðu. Kaffi, te og okkurt søtt var at fáa, saman við góðum práti.

Síðani vístu ungir íðkarar úr Bragdinum og Hvirluni frælsan ítrótt og mín sann um ikki borgarstjórin, sum íðkaði frælsan ítrótt í Bragdinum, rann ein 100 m spurt. Frískt av henni :)

Nógv fólk møttu til hátíðarhaldi og gott var at síggja nógvar Bragdalimir geva sær stundir seinnapartin fríggjadag. Ein áhugaverdur gestur var eisini, Magnus Jacobsen, Magnus á Kamarinum. Hann er ein av teimum 8, sum í 1947 tóku stig til at stovna Bragdið. Magnus og Simme eru eftir á lívi. Magnus, sum er 96 ára gamal, var á Tórsbreyt við dóttrini. Hann gjørdi fimleik til hann var 79 ár, gekk túrar í haganum og serliga niðan á Bøllureyn og Kleynisvarða. Stuttminnið er farið, men hann minnist nógv av tí gamla.

Bragdið fyllir sostatt 80 ár í 2027. Meira sæst um søguna á okkara heimasíðu, undir "um Bragdið"

Fyrsta kappingin á breytini er leygardagin, 5. september, tá triða stórkapping verður. Og nú breytin næstan klár til Oyl 2027!