Bragdaferðalag til Keypmannahavnar

13 Sep 26

Fyri meira enn einum ári síðani, fekk Bragdið møguleikan at keypa startnummur til CPH half og beinanvegin var áhugin stórur millum okkara limir. Tað er ikki á hvørjum degi, vit fáa møguleikan at renna saman við eini 30.000 rennarum og sum gongdin hevur verið seinastu árini, gongur tað skjótt at selja startnummur og fyriskipararnir melda útselt eftir stuttari løtu. Tí var hetta gott høvi hjá okkum at sleppa at bíleggja frammanundan.

Tá vikuskiftið nærkast fylla vit flogførini við 110 rennarum, sum fara at gera Keypmannahavnar gøtur bláar. Vit hava fingið okkum serligar blusur, tí síggjast skulu vit millum øll hini. Í okkara ferðalagi eru vit sera ymisk, eitt blandað rennilið. Við eru teir skjótu rennararnir, tey, sum ikki eru millum tey fremstu og so øll hini mitt í millum.

Vit hava fylgt eini venjingarskrá, sum er fyri okkara limir og nú eru vit klár og spent.

(mydin í uppslagnum er úr Edinburgh 2024)