Óluva eigur nú føroyska ultrametið

22 Sep 26

Leygarmorgunin 12.september fóru Óluva Zachariasen, Barbara Christophersen, Sofus Poulsen og Dávur Reinert Hansen í gongd við Mors 100 miles, saman við 158 øðrum ultrarennarum. 100 míl eru 160,934 km og tíðarmarkið er 26 tímar, tvs at tá skulu luttakararnir vera komnir á mál.

Hesi fýra hava luttikið fyrr, so tey vita alt um, hvussu fyrireikingarnar skulu vera. Matur, drekka og klæðir verða koyrd út á depotini og har ber til at hava onkran at hjálpa sær. Á sjálvari rutuni, skalt tú klára alt sjálvur. Renningin byrjar um morgunin og tá rennast skal í meira enn eitt samdøgur, verður sjálvsagt eisini runnið í myrkri.

Øll komu á mál innan fyri markið og hjá Óluvu gekk tað so mikið væl í mun til í fjør, at hon betraði um sína tíð við meira enn tveimum og einum hálvum tíma. Skrásetta tíðin var 22.14.39 og sostatt setti Óluva føroyskt ultramet. Elisabeth Larsen, sum var fyrsta føroyska kvinnan, ið rann 100 míl, átti metið áðrenn.

Óluva hevur runnið í nógv ár og hetta var hennara 10. ultrarenning. Sambart Óluvu, var tað "lortaveður", regn og vindur meginpartin av túrinum. Kanska føroyska veðurlagið er komið henni og hinum til góðar, tá tað nú gekk so framúr væl, sum tað gjørdi.

Óluva hvíldi nú ikki so leingi, tí sunnudagin 20.september rann hon ½ marathon í gøtunum í Keypmannahavn, saman við eini 100 øðrum Bragdalimum og uml. 45000 rennarum úr øllum heiminum.

Hjartaliga til lukku við avrikinum og føroyska metinum, Óluva.