
Ársaðalfundurin varð hildin mikukvøldið 4.mars í felagshølunum við Tórsbreyt.
Fleiri limir møttu, sjálvt um annað stórt tiltak var í høllini við Tjarnir
Forkvinnufrágreiðing og gjøgnumgongd av roknskapinum vóru størstu “málini”. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali og tær tóku við aftur, Ann-Mari og Eyð.
Seinasta punktið var ymiskt og tá bleiv prátað um leyst og fast, saman við einum góðum drekkamunni.
Fundurin var lokin kl. 20.30