Ovastevnurenning

09 Aug 26

At renna á ovastevnu í Nólsoy er ikki nýtt, og í fleiri ár varð runnið niðan á Oyggjarmúla. Fyri nøkrum árum síðani, tóku vit í Bragdinum ábyrgdina av kappingini og seinastu árini hevur verið runnið á einum sløttum og áskoðaravinarligum strekki í runt í bygdini. Í ár er rennikappingin leygardagin 15.august kl. 10:45 og byrjað verður úti á Veg, sum er mitt í bygdini.

Kappingin, sum er sera hugnalig, er fyri bæði børn og vaksin og er ein góð byrjan til leygardagin á Ovastevnu.

Kappingin er á trimum teinum.

Ung og vaksin renna 5 km runt í bygdini. Tveir bólkar eru – 14-39 ár og 40 ár og eldri. Tað ber eisini til at ganga teinin.

Børn upp til 5 ár, børn upp til 7 ár og børn 8-10 ár renna 400m, meðan børn 11-13 ár renna 800 m.

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, sum verða handað beint aftaná kappingina.

Tilmeldingin er her