Rennitølini til flaggdagsrenningina

24 Apr 26

Flaggdagin frá kl. 10.00-11.30 skulu rennitølini heintast. Í ár eru tey á Býarbókasavninum so beinasom, at lova okkum inn har. Býarbókasavnið er í gongugøtuni.

Tað ber til at melda til á staðnum, til heilsurenningina, og har við stuðla Sclerosufelagnum.

Renningin byrjar kl. 12.00 niðri á Kongabrúnni. Tey yngstu børnini renna fyrst, tveir bólkar u9 og u11, og síðani tey vaksnu. Meðan tey vaksnu renna, fer elsti bólkurin, u13, avstað. So tey vaksnu noyðast ikki at standa klár kl. 12.00.

Vit gleða okkum til flaggdagsrenningina 2026