
Tá tilmeldingin lat aftur kl. 22.00 sunnukvøldið, høvdu 471 luttakar melda til. Hetta er met luttøka og vit eru sera spent til í kvøld.
Ólavsøkurenningin byrjar kl. 18.00 við at yngstu børnini renna. Tá børnini eru liðug at renna, fara tey vaksnu avstað, væntandi kl. 18.30.
Bringutølini skulu heintast í Kolgarðinum ( niðan fyri gróthúsið, inn í garðin) frá kl. 16.30 og til kl. 17.45.
Heiðursmerki er til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum og vit handa børnunum tey, so hvørt sum ein bólkur er komin á mál.
Skráin er henda:
Heinta startnummur í Østrøm frá kl. 16.30 til 17.45
Kl. 18.00 renna børnini
SMÁ, sum renna 60 m. Tey byrja við startin, renna 30 m og venda aftur á mál.
U7, sum renna 400 m.
U10, sum renna 400 m
U13 og U17, sum renna 650 m
Kl. 18.30 renna vaksin 5 km
Rutan, sum er 400 m, byrjar við startin og tey renna yvir til Nólsoyar Páll standmyndina at venda og renna aftur á mál. Tey, sum renna 650 m, renna somu leið yvir til standmyndina, venda og renna yvir móti startinum, snara til høgru niðan brekkuna móti Sigmundargøtu, til vinstru og so oman brekkuna og á mál.
Rutan hjá teimum vaksnu byrjar eisini við startin, renna út á Bakka at venda, somu leið aftur móti málinum, niðan brekkuna móti Sigmundargøtu, til vinstru og so oman brekkuna móti málinum. Hetta skal rennast 5 ferðir.
Heiðursmerkjahandanin hjá teimum vaksnu, verður so skjótt sum renningin er liðug.
Vit gleða okkum til ólavsøkurenningina og av ti at økið verður fult av spentum børnum og vaksnum, mugu vit taka atlit til hvønn annan, so alt spælir væl av.
Vit síggjast á Skálatrøð.