Marnar vann Havnardalur Backyard Ultra 2026

12 Jul 26

Sunnumorgunin, tá klokkan nærkaðist 10, kom Marnar Djurhuus á mál, sum vinnari av Havnardalur Backyard Ultra 2026. Tá hevði hann runnið síðani leygarmorgunin kl. 9.00.

Hann og 47 onnur stóðu klár, tá klokkan ringdi kl 9.00 og so var kappingin í gongd. Hetta er ein serstøk renning. Eingin veit, hvussu leingi kappingin varar, tí runnið verður til ein er eftir, sum so skal renna eitt umfar einsamallur, fyri at gerast vinnari. Treytin er at tú stendur klárur við startin hvønn heila tíma. Nært tú ikki á mál, áðrenn startklokkan ljóðar, ert tú ikki við meira. Tú kanst eisini velja at gevast, tá tú ikki orkar ella tímir meira. Onkur rennir eitt umfar, onkur annar 3 og onnur hava sum mál at renna longur enn tey fyrr hava runnið. Rennir tú t.d. teinin í 50 min, hevur tú pausu í 10 min, har tú kanst eta, drekka og hvíla.

Marnar rann 25 umfør og tað er tað longsta nakar føroyingur hevur runnið til hesa kappingina í Føroyum. Lydia í Lambanum fylgdi við og rann 24 umfør og valdi at gevast. Tá hevði hon runnið 160 km! Og eigur føroyska kvinnumetið í backyardkappingini. Flott!

Øll hava hvør sítt stað í húsinum hjá Havnar ríðingarfelag. Har eru stólar, men vilt tú gera tær tað hugnaligt ta løtuna, tú hevur pausu, mást tú taka okkurt við sjálvur. Har er t.d. sólstólar, madrassur og undirløg, matur og orka av ymiskum slagi, eyka klæðir og skógvar og annað, sum fyllir í høllini. Eitt sindur sum at vera á legu. Fyriskipararnir borðreiða við øllum góðum alla tíðina, so eingin nýtist at renna við tómum maga og turrum hálsi. Hetta samdøgrið var veðrið sera gott og tað var eisini lýtt og gott at renna.

Hesa ferð vóru eisini fleiri við, sum ikki eru "kend" í føroyska renniumhvørvinum. Vinnarin er "gamal" rennari, men tað er ikki hetta slagið av renning, vit kenna hann frá. Marnar Djurhuus umboðaði Treysti í fleiri ár og rann á breyt og asfalti, styttri teinar og ½ marathon. Hann setti eisini fleiri met. Stuttligt at síggja, at hann enn eigur styrkina og úthaldni, tí sum hann segði við Hall, tá hann var komin á mál seinastu ferð, so hevði hann vóna at hann fór at vinna.

Hjartaliga til lukku Marnar, sum nú kann kalla seg ultrarennari.

Eisini hjartaliga til lukku Lydia, tí sjálvt um tað á úrslitalistanum stendur DNF (did not finish), sum hjá øllum hinum, uttan vinnaranum, hevur tú víst, at tú hevur tað rætta úthaldni til hetta slagið av kapping.

Nú er friður úti í Havnardali, í hvussu er hava fyriskipararnir ruddað og takkað fyri seg. Tey skulu hava rós uppiborið fyri aftur í ár at hava skipað so fyri, at øll kendu seg væl í hugnaliga umhvørvinum. Alt riggaði frá byrjan til enda og sjálvt um tey eru móð beint nú, ivast vit ikki í, at í 2027 er enn ein Backyard kapping úti í Havnardali.

Myndir eru her