Bragdið TOP RUN 5. juli-AVMARKAÐ PLÁSS!!

24 Jun 26

Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er tó ein avbjóðing, tí teinurin er í mótbrekku nærum allan vegin.Tíðaravmarkingin er 1 tíma og 45 min.

Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekki, sum er 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka. Gevið gætur - tað er pláss fyri 100 luttakarum:

  • Menn 14-39 ár
  • Menn yvir 40 ár
  • Kvinnur 14-39 ár
  • Kvinnur yvir 40 ár

Ein vatnpostur er á hálvum vegi niðan.

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra,  fáa hvør sítt luttakarheiðursmerki, sum er gjørt til høvi. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin 4. juli kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 16:30 til 17:00, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.

Tilmelding

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa, umframt ein heitur drekkamunnur við kaku afturvið. Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður so tey eru har tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina. Bussarnir koyra tó ikki oman aftur fyrrenn øll eru komin á mál, so minnist til skiftiklæðini, tað kann verða kalt.

Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 19.15.

Startnummur
kunnu heintast í Effo-støðini í Kollfjarðadali sunnudagin kl 16-17.

Tilmeldingin fer fram her: 

https://my.raceresult.com/406265/registration