Tunnilsrenning

09 Jul 26

Dalstunnilin letur alment upp leygardagin 18. juli og í tí sambandi fara vit øll at renna ella ganga gjøgnum tunnilin. Vit byrja við tunnilsmunnan í Húsavík. Vit hita upp kl 13:10 og renna ella ganga kl 13:20. Teinurin allan vegin til Dals bygd er umleið 3km. Komin gjøgnum tunnilin kunnu fólk renna ein túr í Dali ella renna aftur til Húsavíkar eftir gamla vegnum. Tað ber eisini til at vera við til hátíðarhaldið í Dali og so koyra við bussi aftur til Húsavíkar. Bussar byrja at koyra til Húsavíkar aftur umleið kl 14:30.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin við. Tað er ikki neyðugt at melda til.

Myndirnar blivu tiknar tá Húsareynstunnilin lat upp í juli í fjør.