Flaggdagsrenningin 2026

15 Apr 26

Vælkomin til flaggdagsrenningina 2026:

Flaggdagsrenningin ber boð um vár  

Aftur í ár bjóða vit øllum við til Flaggdagsrenningina, sum er tann 38. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna. Í ár fara vit aftur, í samstarvi við Sclerosufelagið, at skipa fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin.

Vit royna nakað nýtt í ár, sum vit vænta fer at rigga væl. Flaggdagurin er leygardagin 25.apríl og fyri at órógva minst møguligt, byrja vit kl. 12.00. So hava øll tíð at njóta renningina, básin hjá Sclerosufelagnum og fara til flaggdagshald aftaná. Annars er alt sum tað plagar til okkara siðbundnu kapping.

Kapprenning fyri vaksin

Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.

Barnarenning

Børnini sleppa eisini at renna. Tey yngstu renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennir eldri  bólkurin av børnunum.

Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna teinin tvær ferðir, ella uml. 1000m.

Heilsurenning

Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað øllum teimum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Hetta er sera væl egnað til familjur, mammur, pápar, gubbar, bindiklubbar, starvsfelagar, ja øll sum hava hug at røra seg. Eingin tíðarskráseting er til henda bólkin og luttakararnir velja sjálvi, um tey taka teinin eina ferð, 3,5 km ella tvær ferðir, 7 km.  Allur peningurin sum kemur inn til heilsurenningina, fer óskerdur til Sclerosufelagið.

Luttakarar til heilsurenningina eru eisini við í lutakasti um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways, virði 3.000 kr.

Sclerosufelagið fer eisini at hava eitt telt á Kongabrúnni, har møguleiki verður at fáa ein góðan drekkamunn við køku afturvið.  Í básinum selja tey blusur, húgvur v.m. við teirra logo á.

Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin og fyri heilsurenningina, og skal gjaldast við tilmelding. Leinki er niðast í tekstinum her.

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 24. apríl kl. 21.00. Gevið gætur: Tilmelding á staðnum er bara til heilsurenningina!!!

Startnummur verða útflýggjað á Býarbókasavninum á Flaggdegnum, frá kl. 10.00 – 11.30

Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum.

Tilmeldingin er niðan fyri her: https://my.raceresult.com/392599/info