
Vit byrja við einari stuttari upphiting á Tórsbreyt kl. 16.00 og upphitingin er fyri øll.
Rutan er í vakra umhvørvinum við Tórsbreyt og tað ber til at renna ella ganga 2,5 ella 5 km. Vit fara av Tórsbreyt móti Svartafossi, snara til høgru eftir gøtuni og koma til Skraddaragøtu og fara beina leið móti Hvítanesvegnum. So fara vit til høgru eftir Hvítanesvegnum og koma fram við skógrøktini, niðan til ferðsluljósini og so aftur til høgru og fara eftir Ringvegnum niðan til gøtuna, sum er framvið Magnstøðini. Vil man longur, fer man fram við Tórsbreyt og somu rutu eina ferð aftrat. Tit gera sjálvi av, hvussu langt tit renna ella ganga.
Vit bjóða ein drekkamunn í felagshúsinum við Tórsbreyt og øll eru vælkomin á gátt til drekka og prát.
Vit hava eina bússu frá Krabbameinsfelagnum, har tað ber til at lata eitt oyra og so selja vit eisini helsi frá teimum fyri 100 kr.
Peningurin, ið kemur inn frá renningini, bússuni og møguligu søluni, fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið.
Vit síggjast sunnudagin kl. 16.00