Tunnilsrenning

18 Jul 26

Vit eru altíð klár í Bragdinum og tá vit hoyrdu, at Dalstunnilin skjótt var liðugur, bjóðaðu vit okkum til at skipa renningina. Í dag upprann stóri dagurin, sum fólk á Sandoynni hava glett seg til og sjálvt um nógv tiltøk vóru ymsastaðni í Føroyum og vit eru mitt í feriutíð, møttu heilt fitt av fólki til hátíðardagin.

Byrjað var Húsavíkarmegin og eftir kunning frá Landsverk og upphiting við Bragdinum, fóru gongufólk, rennarar og súkklarar avstað gjøgnum snotiliga tunnilin. Í tunlinum stóðu spælimenn við violin og harmoniku og uttan fyritunnilin Dalsmegin undirhelt Havnar Hornorkestur.

Veðrið var framúr! Sólin skein oman og niðan og tað var heitt og gott. Blíðskapurin var í hásæti og har var nógv gott at fáa.

Vit vóru fleiri við úr Bragdinum og sjálvt um tunnilin einanser 2,2 km, vóru tað fleiri, sum runnu heim aftur eftir gamla vegnum ella runnurunt í Húsavík, so nógvir kilometrar komu á kontuna.

Tiltakið var væl fyriskipað og har var eingin slingur í valsinum. Gott frá byrjan til enda. Túsund takk fyri okkum, Landsverk, tit íHúsavík og ikki minst, tit í Dali.