
Neli Heldarskarð var fyrsti rennari, sum kom um málstrikuna, tá Bragdið Top Run var í dag. Tíðin hjá honum var so mikið góð, at tað er besta tíðin, sum nakar føroyingur hevur runnið, 40.53.
Til stuttleika kunnu vit nevna, at fýra teir fyrstu menninir, vóru úr Bragdinum.
Fyrsta kvinnan var Lydia í Lambanum og tíðin hjá henni var 59.37.
Hetta er einasta renning av sínum slagi, bert ein brekka, tí starturin er í Kollafjarðardali og málið er á Sornfelli. Tilsamans 9,8 km.
Í dag høvdu 97 melda til, bæði royndir rennarar, sum eru við ár undan ári, men eisini fleiri, sum runnu við fyrstu ferð. Og tey vóru sera heppin, tí veðrið var framúr og tað var klárt allan vegin niðan á toppin. Tað var ein vøkur sjón at síggja næstan allar Føroyar í summarveðrinum. Onkuntíð hevur verið mjørki og slavin luft, men í dag bar til at njóta løtuna og práta við hini, aftur við einum góðum drekkamunni. Luttakaraheiðursmerki er til øll, eitt sum er gjørt til høvi.
Bussur heintar rennararnar, tá øll eru komin á mál og tað hava tey 1 tíma og 45 min til.
Alt er sjálvboðin hjálp og vit eru sera takksom. Flóvin og Ólavur, sum stýra tíðtakingini og tað, sum hoyrir til. Hallur, sum er speakari og fær øll at føla seg sum nakað serligt. Hergerð og Jóhanna, sum saman við Eyð stýrdu kakuborðinum totalt, við heimabakaðum køkum frá Bragdalimum. Katrin og Heidi, sum syrgdu fyri at øll kundu sløkkja tostan við vatnpostin og Ann-Mari, sum saman við Ann syrgdi fyri, at øll fingu hvør sítt serstaka heiðursmerki. Eisini skal Tommy hava tøkk fyri, at hann aftur hesa ferð var til dystin fús og Effo støðin, sum legði hús til at vit kundu sita har og býta startnummur út.
Ein slík kapping tekur ikki bara tað løtuna, hon varir. Nógvar fyrireikingar áðrenn, nógv skal fáast á pláss, ymiskt skal koyrast til staðið og alt skal ruddast aftaná og fáast á pláss. Og tá er gott við góðum fólki.
Bragdið Top Run er aftur í 2027!