MBM VK1-Rógvi og Bjørk vunnu

25 Oct 26

‍Úr Bragdinum vóru 50 rennarar meldaðir til, av 77, og har í millum vóru fleiri við fyri fyrstu ferð.

Tað vóru eisini okkara, sum gjørdu um seg í oddinum, og vinnarar vóru Rógvi Kárason og Bjørk Herup Olsen.

Kerjarenningin er ein avbjóðandi ruta, við brekkum og gøtum rundt Rossagøtuna og eisini verður runnið á asfalti út í Havnardal. Fyrr var runnið fyrst í Havnardal, men hesa ferð vóru fyrstu kilometrarnir á Rossagøtuni.

Bragdið fekk fleiri góð úrslit og niðan fyri her sæst úrslitalistin:

https://www.athletics.fo/?page_id=5798&ur_race=20048

Tvær tær næstu kappingarnar eiga vit part í. Tann 7. november saman við Tindar á Sandi og sunnudagin 22.november í Kollafirði.

‍

‍

‍

‍