Aðalfundur

04 Feb 26

Aðalfundur felagsins verður mikukvøldið 4. mars kl. 19.00

Fundarskráin á aðalfundinum er hendan:

- Val av fundarstjóra.

- Formaðurin sigur frá farna ári.

- Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1.jan.til aðalfundin.

- Val av nevndarlimum og tiltakslimi.

- Innkomin mál.

- Framløga av fíggjarætlan og ætlanir fyri komandi ár.

- Ymiskt.

Mál, ið koma formanninum í hendi, skrivliga, seinast 7 dagar áðrenn fundin, verða viðgjørd. Mál, ið koma fomanninum í hendi eftir henda dag, kunnu verða viðgjørd á fundinum, um nevndin heldur hetta verða neyðugt. Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan at tær standa á fundarskránni, ið saman við uppskotinum skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan aðalfundinum.

Vit vóna at nógvir limir møta og sum vanligt, bjóða vit ein góðan drekkamunn.

Fundurin verður í felagshúsinum.

Vit siggjast.