Margit sett føroyskt met!

05 May 25

Hetta vikuskiftið vóru okkara íðkarar í Tårnby, har kapping var. Eins og tey nógvu undanfarnu árini, var ein hópur úr Bragdinum við. Margit, sum er í Danmark í lestrarørindum, luttók eisini og hon setti føroyskt met á 300 m. Tíðin var 41,56 sek. Hon átti metið og tað var soleiðis, at sunnudagin skuldu bæði Oddvør og Margit renna 300 m, og fyrst rann Oddvør seg til nýtt føroyskt met. Løtu seinni rann Margit og hon betraði tá um metið hjá Oddvør og so átti hon aftur metið 🙂 Hjartaliga til lukku góða Margit og øll hini 🙂 Ein grein er á renn.fo og vit loyva okkum at endurgeva hana her:

Um vikuskiftið, hava fleiri føroyskir íðkarar kappast á Tårnby Stadion á Amager.
Hetta er kapping, sum føroysku frælsafeløgini hava luttikið í seinastu nógvu árini.

Og væl hevur hilnast hjá føroyingunum bæði í dag og í gjár.
Fleiri ungdómsmet eru sett, nøkur heiðursmerki fingin og enntá nýggj føroysk met.

Maria Biskopstø, sum í dag venur við Århus 1900, rann seg leygardagin til eitt flott gullheiðusmerki á 400m rimarenning, við tíðini 1.04,03 min

Og í dag rann Maria 400m við tíðini 57,71 sek og er hetta nýtt føroyskt met
Gamla metið deildu Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Oddvør Josephsen, sum tær báðar settur í 2023. Margit til VU spelen fyrst í juli og Oddvør til oyggjaleikirnar á Guernsey seinni í juli.

Síðani hava Oddvør Josephsen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir báðar runnið 300 m.
Oddvør rann í 2. riðli við tíðini 41,93 sek. Hetta var nýtt føroyskt met Gamla metið átti Margit Weihe Fríðmundsdóttir og var tað 42,43 sek.
Í 3. riðli rann Margit og fekk hon tíðina 41,56 og tekur hon sostatt nýggja metið , sum Oddvør júst hevði sett.
Oddvør og Margit venja í dag báðar við Aalborg AM.

Og Dánjal Dahl Ljósheim, sum í dag venur í Sparta í Keypmannahavn, rann eisini 300 m í dag, við tíðini 35,03 sek.
Við hesum tekur hann sítt egna føroyska met á 35,38 sek, sum hann setti til hesa somu kappingina í 2023

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við flottu metunum, tit hava sett um vikuskiftið og vit frøðast um, at til gerast alsamt betri og betri.”