Faroe Express Stafettin 2026

01 Sep 26

Tað var metstór luttøka, tá ársins stafettrenning, Faroe Express Stafettin, var seinast leygardagin í august. Tilmeldingin gekk so væl, at tá 800 lið vóru á listanum í summar, stongdi tilmeldingin og vit máttu summa okkum og hugsa, um fleiri sluppu framat. Bíðilist var og endin var, at tað vóru 861 lið við! 866 ferðir 3, sum er 2598 luttakarar.

Tað var ein góður leygardagur, veðrið var gott og fólk streymaðu inn á økið, sum starvsfólkini hjá Faroe Express so hegnisliga høvdu gjørt klárt. Bragdið gjørdi alt klárt, sum hevði við renning at gera og hesa ferð var økið gjørt víðari, tvs at í staðin fyri at hvørt umfar fyrr var 1 km, var umfarið hesa ferð 1,5 km.

Byrjað var við upphiting og tað ger nakað við kropp og sál. Lagið verður gott og so eru øll klár at fara avstað.

Starturin var eisini broyttur fyri rennararnar, fyri at sleppa undan at tað bleiv ov trongt, so hvør bólkur sær, fór avstað við 1 minutti ímillum. Og tað riggaði bara væl.

Tað skert ikki burtur, at hjá nøkrum er hetta ein kapping og nógv verður lagt fyri. Liðini verða sett við bestu manningini, sum er á arbeiðsplássinum, meðan tey flestu eru við til stuttleika. Men tað sæst, at meðan kappingin er, gerast fólkini spentari og spentari og øll kýta seg alt tað tey kunnu.

Kl. 18.00 lótu goymsluhurðarnar upp og so byrjaði "afterparty". Har var gott lív í, nógv reyp, okkurt at eta og drekka og tónleikur afturvið. Ein góð veitsla, har øll komu, líka sum tey vóru :)

Vit eru glað og nøgd við dagin. Fyrireikingarnar eru drúgvar og alt okkara arbeiðið er sjálvboðið og nógvir limir, við familju, eru involveraði. Ikki bara á degnum, men so skjótt alt er ruddað, og tiltakið er sodnað, hugsa vit um næsta ár.

Samstarvið við Faroe Express er eisini gott og tey skapa teir góðu karmarnar, so at stafettin kann haldast. Har eru eisini nógv fólk í sving við at fáa alt at klappa.

Tað ber til at uppliva alt umaftur, við at hyggja eftir myndunum, sum Álvur Haraldsen og Ólavur Frederiksen, tóku.

Myndir eru her: https://www.facebook.com/stafettin