Vit skipa fyri MBM VK4 í Kollafirði

11 Jan 26

Vælkomin til MBM VK4 leygarmorgunin 17.januar kl. 11.00

Nýtt ár og vetrarkappingin fer í gongd aftur. Vit er komin til fjórða umfar og hesa ferð skipa vit fyri. Vit renna í Kollafirði og øll kunnu renna við. Rutan er hampuliga sløtt og runnið verður frá skúlanum yvir á Sperm at venda og aftur til skúlan. Eisini kunnu motionistar renna ella ganga 5 km og børn renna 500 m.

Fleiri upplýsingar eru á leinkinum niðan fyri, har tilmeldingin eisini er:

https://my.raceresult.com/378439/info