Bragdahópur við til DMU

09 Sep 24

Vikuskifti 7.-8. september var eitt ferðalag úr Bragdinum og luttók í DMU. Seks Bragdaungdómur vóru í ferðalagnum og so kom Tummas, sum lesur í Keypmannahavn, aftrat hópinum.

Leygardagurin, fyrri dagurin:

Óðin Glerfoss rann 100m á 12.52 sek (ÁB), +0,5 Sofía Højgaard rann 100m og tíðin var 14,11 sek, +0,9 Brá Mohr rann 100m við tíðini 13,84 sek (ÁB), +0,9 Guðrið Marlena Høgenni rann eisini 100m og kom á mál við tíðini 13,78 sek (PM), +0,9 Sigga Smæra Næs rann 100m og brúkti 13,86 sek (PM), +1,0 og leyp longdarlop á 4,18m (0,0) Eiri Jógvansson Glerfoss rann 100m við tíðini 10,67 sek (+1,5) og fyri tað fekk Eiri silvurheiðursmerki Tummas Sjóvará rann 400 m á 52,07 sek og tað rakk til silvurheiðursmerki (ÁB merkir besta tíðin í ár og PM er persónligt met. + og – merkir hvussu vindurin var ta løtuna) Sunnudagin vóru tey aftur í gongd og úrslitini vóru hesi: Tummas 200m, 23,67 sek (-0,8) Sofía 200m, 29,85 sek (-0,6) Sigga Smæra 200m, 29,51 sek (0,0) Guðrið Marlena hæddarlop á 1,47 m, sum er PM og rann 200m, 28,55 (0,0)- eisini PM Brá Mohr: 200m, 29,06 (-0,6) Øll úrslitini síggjast á Roster undir kappingini ‘Danmarks Mesterskab Ungdom (DMU) 2024 Tey komu aftur í øllum góðum tíðliga mánamorgunin, seinkaði, og nú er hvíld á skránni til heystferiuna. Tey hava eisini vant alt summarið og hava brúk fyri hvíld, áðrenn herjað verður á aftur í heyst. Hjartaliga til lukku tit øll 🙂