
Aftur í ár renna vit ólavsøkurenning 27.juli. Vit renna á Skálatrøð og byrja kl. 18, tá børnini renna og so renna tey vaksnu aftaná, uml. kl 18.30.
Sum nakað nýtt hava vit gjørt ein bólk fyri smábørn, U5, sum vit kalla "smá". Tey renna 60 metrar. Og so hava vit eisini stytt teinin hjá U13 og 17 niður í helvt.
Vit bjóða øllum vælkomin at luttaka í ársins ólavsøkurenning.
Tilmeldingin liggur undir kappingum her á síðuni.