Tórshavn Maraton 2026

04 Jun 26

Tey gera tað runt allan heimin – renna marathon í stórbýnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathonrenningina og tað gera vit sjálvandi eisini í Havn. 24. árið á rað renna vit Tórshavn Marathon og øll eru boðin við.

Sunnudagin 7. juni fyllist høvuðstaður okkara við føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon, 10 ella 5,5km. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon. Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp beint eftir seinasta marathon og fyri viku síðani, tá tilmeldingin lat aftur, vóru uppímóti 700 rennarar og gongufólk tilmeldað.

Tórshavn Marathon er eitt stór tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Rennarar út 34 ymiskum londum leita sær til Havnar sunnudagin. Ítróttafelagið Bragdið, sum stendur fyri stóra rennitiltakinum, hevur í nærum eitt ár fyrireikað seg uppá henda stóra dagin. Nógv fólk eru í sving og nógvar eru uppgávurnar. Omanfyri 100 sjálvboðin hjálparfólk, sum øll hava hvør sína uppgávu, bæði á sjálvum degnum og mánaðarnar frammanundan, eru til arbeiðis.

Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur í Vágsbotn.

Gongufólkini byrja í Kaldbak. Tey verða koyrd í bussum av farstøðini kl 12:30 og byrja at ganga úr Kaldbak kl 13.

Týski rennarin Raoul Jankowski, sum hevur vunnið Tórshavn Marathon 3 ferðir og eisini eigur rutumetið á 2 tímar 35 min og 11 sek, sum hann setti í 2022, er við til Tórshavn Marathon aftur í ár. Spennandi verður at vita, um hann fer at vinna aftur í ár.
Startskotið til Tórshavn Marathon verður í Vágsbotni sunnudagin 7. juni kl. 13.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og
Kaldbak, men fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Meira kunning um stongdar vegir sæst á heimaðsíðuni hjá
Tórshavnar kommunu, torshavn.fo
Vónandi fara nógv fólk at stuðla teimum, sum renna, bæði í býnum og á rutuni
annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag. Chip er í startnummarinum hjá rennarunum, so rennitúrurin verður skrásettur við millumtíðum, og vit fáa fylgt við einstøku rennarunum.

Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook síðuni Tórshavn Marathon.

Vit gleða okkum til stóra rennidagin og tit eru vælkomin við út á gøturnar.