Bjørk og Julian vunnu MBM VK 2

08 Nov 26

Góð rennilíkindi vóru á Sandi leygarmorgunin, tað var stilt og turt og sólin skein. So tað var perfekt veður at avgreiða rennikappingina. Runnið verður frá høllini, niðan í Traðardal, fram við Sandsvatni og yvir til Visit Sandoy. Sama veg heim aftur, tó skal ikki rennast aftur í Traðardal.

Hesa ferð vunnu Julian Gregersen úr Treysti og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum.

Aftaná renningina bjóðaðu vit í ítróttarhøllini hjá B71, har Tindar hevði smurt breyð og okkurt søtt var omaná. Og ímeðan handaðu vit heiðursmerkini. Sum altíð, ein sera hugnalig løta, har prátið gongur lystiliga.

Bragdið takkar fyri alla hjálp, so kappingin kundi avgreiðast í øllum góðum.

Vit eiga eisini næstu kapping. Hon verður í Kollafirði sunnudagin tann 22.november kl. 13. Tilmeldingin er latin upp, so tað er bara at melda til beinanvegin :)

Inni á heimasíðuni hjá FÍF er eitt tíðindaskriv og vit loyva okkum at leggja leinki her: 

https://.athletics.fo/?p=12263

‍