Julian og Elia vunnu MBM VK3

22 Nov 26

Veðurvánirnar fyri dagin vóru góðar, men tá hitað var upp, var eitt sindur av vindi og regni. Rennast skuldi frá skúlanum, við Botnánna, eftir bygdavegnum, oman á kajuna, eitt strekki á landsvegnum og so yvir á Signabø at venda og sama veg aftur á mál, um 10 km.

Starturin var kl. 13 og tá var tíbetur turt. Øll byrjaðu í senn, børn og vaksin, tí tað vóru nemmiliga eisini børn við í dag. Tey runnu 500 m, frá startinum yvir til bygdahúsið at venda.

Julian Gregersen, Treysti, lat ongan iva vera og vann við tíðini 32.16. Rógvi Kárason og Torbjørn Hentze, báðir úr Bragdinum, komu honum á baki, Rógvi við 34.00 og Torbjørn 34.28.

Elia P. Mouritsen, Bragdið, vann hjá kvinnunum og var hetta fyrsti sigurin hjá henni. Hon og Valborg Heinesen, Bragdið, runnu saman allan vegin, men Elia kláraði akkurát at vinna á Valborg. Tíðin hjá Eliu var 42.44.9 og hjá Valborg 42.45.5, so har var tætt. Triðja kvinnan var eisini úr Bragdinum, Maria C.Nielsdóttir við tíðini 44.31.

Tað komu 67 luttakarar á mál og aftaná renningina bjóðaðu vit ein drekkamunn við heimabakaðum breyði og køku, í skótahúsinum. Tað er altíð ein hugnalig løta, tá rennarar hittast og í dag var einki undantak. Heiðursmerkini handaðu vit millum kaffikopparnar og matin.

Túsund takk fyri hjálpina aftur í dag, Hallur og Petur Martin fyri at seta upp og taka niður á máløkinum og at fáa alt upp á pláss. Sølvi, fyri at halda stýr á tíðtakingini. Køkubakararnar Signu, Beintu og Unu fyri góðar køkur. Signu, fyri at lova okkum í skótahúsið og at varta okkum upp og rudda av. Og ikki minst, takk Una í Nólsoy fyri lekkurt heimabakað rugbreyð.

Vatnið, sum allir luttakararnir fingu aftaná renningina, at sløkkja tostan, kom frá Damfar.

Nú fer vetrarkappingin í jólafrí og næsta kapping er aftur í januar.

Takk fyri í dag tit øll.

Úrslitini eru her:

https://www.athletics.fo/?page_id=5798&ur_race=20819

‍

‍