
Hetta vikuskiftið var trailrenningin "Kullamannen" í Skåne, Svøríki. Og sum so ofta fyrr, vóru føroyingar við.
Kullamannen hoyrdu vit um á fyrsta sinni, tá parið Hallur Holm og Elisabeth Larsen runnu har, fyri nøkrum árum síðani. Men nú hevur Elisabeth fingið fylgi av dóttrini, Emiliu Larsen. Tær báðar gjøgnumførdu ávikavíst 53 og 21 km.
Emilia, sum hevur gjørt nógvan fimleik og er venjari, er eisini fallin fyri renning og hevur fyrr í ár runnið ½ marathon.
Hugaligt tá yngra ættarliðið tekur við og tímir at fara við.
Hjartaliga til lukku tit báðar :)