Rógvi og Lydia vunnu VK3

09 Dec 23

Triðja umfar í Raska vetrarkappingini var runnið í Kollafirði í dag. Luttakartalið fór beint upp um 40 og øll komu á mál.

Rutan er ein av teimum sløttu rutunum og tí er hon vælegnað at royna at renna eina góða tíð. Í dag var tó eitt sindur ov nógv av vindi og luttakararnir hildu at hetta var ein av teimum hørðu túrunum.

Rógvi Kárason var fyrstur á mál og hjá kvinnunum var tað Lydia í Lambanum, sum knógvaði Anniku í dag. Einans ein drongur, Mikkjal Heðin Rosen, rann við á barnarutuni, sum vit hava stytt niður á 1 km og hann kom á mál við frálíku tíðini 4.45.

Øll úrslitini eru her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=337521&fbclid=IwAR1IilVYj0LRqEyxIjuiK9uOxvUxh8rI6_0kqa8KOA_acTk3TsBrYZMRUDU

Myndir eru á okkara Facebooksíðu:

https://www.facebook.com/bragdid

Aftaná renningina var møguleiki at skifta og at sleppa í brúsu í svimjihøllini, meðan drekkamuður og heiðursmerkjahandanin var í skúlanum. Tað er altíð ein hugnalig løta.

Takk fyri hjálpina, Peter, Petur Martin og Herluf. Og Anna Rúna, sum hjálpti okkum so væl í Kollafjarða skúla.

Næsta rennitiltak hjá okkum er tunnilsrenningin, sum verður 21.12.23 kl. 12.00. Tilmeldingin er inni á renn.fo

Vegna nevndina

Ann