Stuðul frá Tórshavn marathon latin

11 Nov 26

Tá meldað verður til Tórshavn Marathon, Føroya einastamarathon og ársins renniveitslu, ber til at lata eina upphædd í stuðli, aftrat tilmeldingargjaldinum, til allar okkara teinar. Verður meldað til gongu ½ marathon, fara 100 kr av hvørjari tilmelding, beinleiðis til feløgini.

Hendan stuðulin hava vit handað í dag, tá Alzheimersfelagið, Heilafelagið og Parkinsonfelagið komu á vitjan í Bragdahúsinum. Umboð fyri feløgini, Tórshavn marathon og forkvinnan í Bragdinum, vóru samdar um, at halda fram við góða samstarvinum, so hesi trý feløgini eisini eru ein partur av Tórshavn marathon 6.juni 2027. Tiltakið er stórt og umfatandi og vit hava brúk fyri nógvum hjálparfólki og her gera tey sera góðan mun.

Tilmeldingin til Tórshavn marathon 2027 er her: https://my.raceresult.com/404752/

‍