
Flaggdagsrenningin er okkara elsta rennikapping og í 2019 fóru vit í samstarv við Sclerosufelagið. Hetta fyri at fáa fleiri fólk atluttaka og fyri at varpa ljós á feløgini bæði.
Vit skipa renningina og Sclerosufelagið ger tiltakið hugnaligt, við at hava ein bás, har tey bjóða drekkamunn og prát.
Flaggdagsrenningin er bæði kapping og heilsurenning og endamálið er at fáa fleiri fólk at røra seg,
Peningurin, ið kemur inn frá heilsurenningini, fer óskerdur til Sclerosufelagið. Eisini ber til hjá øllum,sum melda til, at stuðla við einari upphædd.
Vit halda fram við samstarvinum og gleða okkum at skipa fyriflaggdagsrenningini í 2027.